Lysets kraft
Rakettálop, ung, sum kasta steinar, blóðbað og sjálvmorðsbumbur. Lívið í Miðeystri fær ofta yvirskriftir – og tær eru sjáldan positivar. Tey mongu stríðandi áhugamálini í økinum eru ein viðkvom blanding, ein bumba, ið kann bresta hvørja løtu.
Í bókini eru ein røð av søgum, tú ikki hevur hoyrt um í tíðindunum. Søgur um sátt mítt í beiskleikanum, vón mítt í hatrinum. Um spírandi frið. Um ljósins kraft mitt í tí svartasta myrkrinum.
Bróður Andreas sigur frá, hvussu hann ígjøgnum nógv ár hevur leitað til menniskju á ymsum síðum í stríðunum í Miðeystri fyri at skilja teirra fortreytir og tørvir, fyri at vitna um Jesus, og fyri at stuðla og eggja teimum kristnu til at lata Guds ljós skína.
Rithøvundar: Broder Andreas & Al Janssen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2012
Blaðsíður: 348