Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Medmennesker på menuen - Livshistorier og opskrifter

Medmennesker på menuen - Livshistorier og opskrifter

135,00 kr 200,00 kr

Í bókini “Medmennesker på menuen” ber til at lesa lívssøguna hjá 20 fólkum, sum siga frá hvaðan og hví, tey eru komin til Danmarkar, og um tær avbjóðingarnar og gleðirnar, tey hava.

Tey luta eisini burturav uppskriftum úr teimum londum, tey koma úr, í bókini. Her ereitt brot úr eini frásøgn og ein løtt uppskrift.

Wessam greiðir frá (brot úr hansara frásøgn):

Tað eru tvær høvuðsgrundir til, at vit fluttu til Danmarkar. Síðan 2008 hava vit kent eitt kall at flyta higar, og í 2010, tá ið vit fingu okkara son, vildi kona mín fegin, at hann skuldi vaksa upp í Danmark. Tá ið kollveltingin byrjaði í Egyptalandi, varð tað uppaftur truplari hjá kristnum og útlendingum at vera í landinum, so tað var sera trupult hjá konu míni. Eg havi livað alt lívið í Egyptalandi, eg havi altíð verið kristin, og tann kristna kirkjan hevur altíð verið forfylgd, so støðan var ikki nýggj fyri meg, men tað var trupult at hava mína familju í tí.

Vit kundu sita í okkara íbúð og hoyra prædikur ímóti kristindóminum og banningar úr minaretunum móti teimum vantrúnu frá islam. Eg kenni menniskju, sum eru vorðin dripin, bara tí at tey vóru kristin. Vit vórðu viðfarin sum annanfloksborgarar, tí at vit trúðu á nakað annað enn islam. Tað er hart at vera ein minniluti, og tað er trupult at gera nakað. Tú kanst halda fast við trúnna og leggja allan vanda í Guds hendur og halda fram við lívinum. Vit trúgva, at Gud hevur vart kristindómin í Egyptalandi í 2000 ár. Vit høvdu mong bønamøti og góvu okkum í Guds varðveitslu og nærveru.

Tá ið vit gjørdu av at flyta, vóru sera strong krøv til útlendingar, sum fegnir vildu flyta til Danmarkar. Vit vildu fegin flyta, men tað tyktist ómøguligt. Vit fóru at biðja fyri tí, og eftir valið í Danmark í 2011 kom ein nýggj stjórn, sum broytti lóggávuna eitt sindur. Tá ið vit lósu tær nýggju lógirnar, sótu vit við eini kenslu av, at nú fór tað at vera eitt sindur lættari enn áður. Meðan vit enn hugsaðu nógv um tað og okkara støðu, høvdu tey kristnu í Egyptalandi eitt stórt bønamøti við meira enn 30.000 luttakarum, og meðan vit bóðu og prísaðu Gudi, helt ein í fjøldini einum donskum flaggi upp.

Eg varð sera ovfarin av at síggja tað danska flaggið har, tí tað var tað einasta umframt tey egyptisku. Eg fór heim og hugdi eftir einum filmsbroti frá hendingini á YouTube, og har sá eg, at tað var veruligt. Eg skilti tað sum eitt tekin frá Gudi um, at nú skuldu vit flyta.

Mangosmoothie

Innihald:

2 mango
3 dl jogurt
3 dl mjólk
2 spsk sukur
2 tsk vaniljusukur
1 tsk sitrónsaft

Soleiðis gert tú:

  1. Sker fruktkjøtið av mangoni og blenda tað saman við restini av innihaldinum.
  2. Smakka eftir og lat jogurt ella mjólk í – alt eftir, hvussu flótandi tú vilt hava tað.
  3. Stoyt í fýra smá gløs og set á borðið.

Lag til rættis: Line Grønbæk Andersen & Gitte Knudsen
Forlag: Fokal
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 159


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum