Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Mine homoseksuelle venner

200,00 kr

Kjakið um kirkjunnar støðu til samkynd hevur fylt nógv seinnu árini. Onkuntíð við lyndi at gloymi, at tað í roynd og veru snýr seg um lívið og lívsbardagan hjá menniskjum.

Henda bókin sigur frá um ein bólk, sum smokkar burtur ímillum: Kristin samkynd, sum meta, at samkynt samlív er í stríð við Guds vilja, og sum tí hava valt ikki at liva í samkyndum parløgum. Mong teirra eru í eini kroystari støðu. Frá kristnari síðu verða tey ofta møtt við tøgn ella manglandi fatan fyri teirra støðu. Frá øðrum samkyndum møta tey ofta bara vanvirðing fyri teirra ynski, um ikki at liva sítt kynslív.

Tey níggju djørvu menniskjuni, sum greiða frá um sítt lív og sínar kenslur, eru í ymiskum aldri og lívsstøðu. Onkur teirra tosa alment, og onnur velja at vera dulnevnd. Onkur kunnu greiða frá týðandi broytingum í teirra kynslívi, sum gera, at tey í dag ikki greina seg sjálv sum samkynd – onnur kunnu ikki. Men tey eru felags um eina trúgv á, at Guds boð eru góð, eisini tá ið tey veruliga bjóða okkum av.

 

Rithøvundur: Espen Ottosen
Forlag: Logosmedia og Lohse
Útgivin: 2010
Blaðsíður: 168