
Muslimer møder Jesus
200,00 kr
Eini 2000 muslimar eru seinastu árini konverteraðir til kristindómin og eru vorðnir doyptir í Danmark. Í hesi bókini greiða nakrir teirra frá um flýggjanina úr heimlandinum og um gongdina frá islam til eina kristna meinigheit í Danmark. Teir eru allir úr Iran og Afganistan.
Hetta eru sterkar frásagnir við hendingum, sum vit als ikki skilja. Hetta snýr seg bæði um viðurskiftini í heimlandinum og um hendingar á ferðini til Danmarkar, og eisini um viðurskiftini við teirra familju og fyrrverandi vinir.
Rithøvundur: Jørgen Hedager Nielsen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2019
Blaðsíður: 222