Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Myndakalendari 2026

98,00 kr
Vakur myndakalendari 2026
Nú er vakri føroyski myndakalendarin 2026 komin við teimum nógvu upplýsingiunum.
Ein mynd er til hvønn mánað. Myndirnar svara til árstíðirnar og eru kring alt landið.
Til hvørja mánaðarmynd, umframt tvær eykamyndir, er ein tilvísing til ein túr víst á einum korti.

Tekstirnir eru bæði á føroyskum og enskum.

Hetta er 10. árið, at myndakalendarin kemur út. Eins og undanfarin ár, fer allur ágóðin til Leguhúsið í Nesvík.

Kalendarin kostar tað sama sum síðstu árini, kr. 98,- og fæst til keyps her á nethandlinum og í øllum bókabúðunum kring landið. Kalendarin er helst bíligasti myndakalendarin, sum verður útgivin í Føroyum.

Finleif Mortensen og Sjúrður Poulsen standa fyri útgávuni. Finleif hevur tikið allar myndirnar.

Myndakalendarin ger gagn alt árið og er lættur at hava við sær hjá útlendingum ella útisetum, sum fara avstað aftur eftir summarferiuna. Ella eitt gott hugskot at geva sum gávu til tey ein fær á vitjan.