Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Om lidt

Om lidt

200,00 kr

Rithøvundur: Jørgen Hedager Nielsen
Forlag: BogAnker
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 254

 

BÓKAUMRØÐA:

Besta kristna skaldsøga, eg havi lisið

Orð: Ásbjørn Jacobsen

 

"Om lidt - Roman fra en ikke så fjern fremtid", er ein ógvuliga væl skrivað og spennandi skaldsøga. Rithøvundurin, Jørgen Hedager Nielsen, hevur við vælvaldum orðum megnað at lýsa, hvussu tað kann fara at verða í teimum síðstu tíðunum ella í næstu framtíð. Jørgen hevur millum annað verið blaðmaður og forlagsleiðari hjá donsku heimamissiónini.

Skaldsøgan snýr seg sum Emil, ið lesur gudfrøði í Aarhus. Meðan hann er eitt hálvt ár í Jerusalem, verður hann ásttikin í gentuni, Rachel, ið er ortodoksur jødi. Tá ið hann vendir heim aftur til Danmarkar, er nógv broytt til tað verra. Ein nýggj lóg er komin í gildi, hvørs endamál er at fremja tolsemi, og Danmark er vorðið eitt eftirlitssamfelag, har serliga tey kristnu koma í kløtur. Nú er tað revsivert at siga sína meining um siðbundin kristin sjónarmið, og tey kristnu verða forfylgd.

Alt hetta nýggja hevur við sær, at Emil gerst áhugaður í bíbilsku profetiunum um endatíðirnar og um Jesu afturkomu. Samstundis eru stórar avbjóðingar í familjuni. Sambandið við pápan er alt annað enn lætt. Fyritøkan hjá systur hansara er í vanda, og ein onnur systir er heilaskadd. Og so er tað sambandið við unnustuna Rachel í Ísrael.

Ein kann kanska spyrja seg sjálvan: Er hetta, ið rithøvundurin skrivar, ikki veruleikafjart? Ella kann tað hugsast, at tað, ið hendir í skaldsøguni, veruliga kann fara fram? Ja, tað má lesarin sjálvur meta um.

Eftir mínum tykki er bókin væl skrivað, lættlesilig, spennandi, undirhaldandi og lærurík, og eg gevi henni mítt besta viðmæli. Rithøvundurin megnar, við vælvaldum orðum og stórari vitan um bíbilsku profetiini um endatíðirnar, Ísrael, jødafólkið og dagsins samfelag í heimlandinum, at hugfanga lesaran frá fyrstu til síðstu blaðsíðu. Og flestøll ung og eldri kunnu fáa nakað burturúr at lesa bókina.


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum