
Páskakalendari
Páksakalendari við 20 lúkum. Vit byrja 1. apríl at telja niður til tann stórsta dagin í heimssøgnuni, páskadag. Dagin tá Jesus vann á deyðanum og reis upp úr grøvini.
Lat ein lúku upp hvønn dag og finn útav hvat fjalir seg aftanfyri lúkuna. Har eru bæði uppgávur, spennandi hugskot, ymiskt virksemi og møguleiki at vinna góðar gávur. Páskakalendarin kann eisini vera ein hjálpa í familju tykkara at minnast ALT, Jesus gjørdi fyri okkum menniskju fyri yvir 2000 árum síðani - og sum hann støðugt ger enn í dag.
- apríl kanst tú lata fyrstu lúkuna upp, og so kanst tú byrja at gleða teg til páskir.
Tað er gott at vera fyrireikað/ur, tá tú letur lúkurnar upp. Hav hetta klárt:
- stearinljós (2. apríl)
- egg (15. apríl)
- breyð og saft (16. apríl)
- hugnaligt prýðið, t.d. ballónir, skreytrullu, ella flagg (20. apríl)
Ver við í kapping og vinn:
Aftanfyri fýra av lúkunum er ein kapping, har møguleiki er at vinna góðar gávur. Teldupostur skal sendast: paaskakalender@gmail.com. Neyðugt er, at tú í teldupostinum skrivar: navn, aldur, bústað og telefonnummar (+298 frammanfyri), um tú vilt luttaka í kappingini.
Tað vera trekt 5 gávur fyri hvørja kapping. Seinasta freist at senda svar inn eru tveir dagar eftir at lúkan eigur at vera latin upp. T.v.s kappingin fyri lúku 3 skal sendast í seinasta lagi 5. apríl.
Tað eru góðir vinningar.