Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Pigen under broen

Pigen under broen

250,00 kr

Vit eru í Hollywood í 1957, og fyri tey, sum hava nakað at siga í Hollywood, er Lena Scott tann bjartasta komandi stjørnan síðan Marilyn Monroe. Bara fá vita av, at hennara veruliga navn er Abra. Uppaftur færri vita, hvønn prís hon hevur goldið fyri endiliga at kenna, at hon er nakað.

Fyri prestin Ezekiel Freeman verður Abra altíð tann lítla gentan, sum vann hansara hjarta ta náttina, hann fann hana; ein grátandi nýføðingur einsamøll undir eini brúgv nærindis Haven. Zeke og sonurin Joshua síggja hana vaksa til og verða óvanliga vakra. Men Zeke veit, at umstøðurnar kring hennara føðing hevur givið henni djúpar foyrur í hjartað, og hesi merkini gera hana viðbrekna, tá ið ein orðkringur sjarmørur fær hana við sær til Tinseltown.

Hollywood kennist at vera milliónatals kilometrar burturi frá Haven, og Abra lærir skjótt tað, sum verður væntað av eini gentu, sum vil røkka hæddunum. Ov seint leggur hon til merkis, at glitrið hevur ein oyðileggjandi prís. Hon hevur brent allar brýr fyri at fáa júst tað, sum hon helt, at hon ynskti sær. Nú ynskir hon sær bara ein veg heimaftur.

 

Rithøvundur: Francine Rivers
Forlag: Scandinavia
Útgivin: 2015
Blaðsíður: 496


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum