Vælkomin í okkara nethandil
Keypskurv 0
Prisen - mit liv på terroristernes dødsliste

Prisen - mit liv på terroristernes dødsliste

200,00 kr

“Sonur mín, lív títt er í vanda fyri mína skyld. Men tú skalt ikki doyggja nú – tú skalt liva”.

Ali Husnain varð føddur inn í eina ríka muslimska familju í Pakistan. Hann átti alt, sum hann kundi droyma um, virðing, tign, ríkidømi og eitt trygt lív. Inntil hann tók ta mest víðgongdu og vandamiklastu avgerðina í sínum lívi.

Bókin er ein sonn frásøgn um hvussu ein ungur muslimur hittir Jesus. Hann konverterar til kristindómin og gerst eitt mál hjá yvirgangsmonnum, sum ætla at drepa hann. Ali flýggjar til Onglands, men heldur ikki har, kennir hann seg tryggan.

So talar Jesus við hann ... aftur.

Opið og erliga greiðir Ali her frá síni søgu. Við lívinum í veð noyðist hann at fara frá øllum vegna sína kristnu trúgv. Sum ein fyrrverandi muslimur, sum er vorðin kristin, livir hann í einum støðugum vanda.
Bókin vísir á, at sjálvt eitt lítið ljós í myrkrinum, kann gera ein stóran mun.

 

Rithøvundur: Ali Husnain saman við J. Chester
Forlag: ProRex
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 271


Deil hesa vøru


Meira úr hesum vørubólkinum