Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Søg højt

250,00 kr

Nýggj familjuandaktsbók til høgtíðirnar

 

Ummæli til Søg højt:

Bókin “Søg højt” er ein andaktsbók til serlig høvi. Hon er skrivað til at taka fram, tá ið hátíðir nærkast(eitt nú jól, páskir og hvítusunna) ella til ein av merkisdøgum landsins ella hjá familjuni(eitt nú grundlógardagur, føðingardagar og dópsdagar).

 

Andaktsbókin Søg højt er avloysarin til Grav dybt. Eisini í hesi nýggju bókini eydnast Birgittu Kjær á kveikjandi hátt at endursiga andaktsbókina og at seta nýskapandi fokus á lívsneyðuga felagsskapin í familjuni um orð Guds. Høvundurin megnar við sínum lættskiljandi málburði og sínum frálæruligu dømum at bera fram orð Guds til vísdóms og innlit fyri øll í familjuni. Vit hava trý børn upp á 7, 9 og 14 ár, og við Grav dybt – og nú eisini Søg højt – hava vit fingið tvær andaktsbøkur, ið raka tann tørvin, vit sum familja hava til andaktslív okkara. Bøkurnar hjálpa okkum til at loysa ta altavgerandi uppgávu, vit sum foreldur standa í í mun til børn okkara: at læra tey kristnu trúnna.

(Johannes Sølvsten Jønsson, Løgregluovasti hjá ríkisløgregluni – og pápi at trimum børnum.)

 

Rithøvundur: Birgitte Kjær
Forlag: Lohse
Útgivin: 2022
Blaðsíður: 191