SPÍRATROYGGJUR
SPÍRATROYGGJAN!
Spíratroyggjan er ein klassisk unisex-hettutroyggja í sera góðari góðsku og er OEKO-TEX-góðkend. Hon er framleidd úr kemdaðum bummulli og polyester og hevur eina mjúka, bustaða innsíðu, sum ger hana serliga bleyta og heita at vera í. Við sínum 350 g/m² tilfari er hon munandi sterkari og meira slitsterk enn nógvar vanliga hettutroyggjur. Troyggjan hevur kengurulumma framman, tvífaldan hettu og breiðar ribkantar við elastani, sum ger, at hon situr væl.
Í barnastøddum eru eingir hettusnórar sambært galdandi trygdarreglum fyri barnaklæði. Minstu barnastøddirnar hava ein praktiskan trýstiknøtt í hálsinum, sum ger troyggjuna lættari at fáa yvir høvdið.
Spíratroyggjan og spírabuksurnar eru av sama tilfari og hóska seg væl sum Spírasett. Spírasettini hava avsláttur.
Onnur kunning
Enskt heiti: ST718 Hooded Sweat
Slag: Unisex hettutroyggja (Regular Fit)
Tilfar (Blátt, Grønt, Lilla, Appilsingult, Gult o.a.): 65 % kemdaður bummull / 35 % polyester
Vekt: 350 g/m²
Innsíða: Isoli við bustaðari innsíðu
Hetta: Tvíføld hetta
Lummi: Kengurulummi framman
Kantar: Breiðir 2x2 ribkantar við elastani
Merking: Labelfree
OEKO-TEX-góðkend: Ja
Egnað til prent: Ja
Egnað til brodering: Ja
Prenthættir: DTF, transfer, silkiprent og brodering
Litir: Blátt, Grønt, Lilla, Appilsingult og Gult
Vaksnastøddir: Snórur við metallendum og metallsnórhol (ikki barnastøddir)
Barnastøddir: Uttan snórar sambært DS EN 14682-standardinum
Minstu barnastøddir: Trýstiknøttur í hálsinum (1-4 ár)
Vaskivegleiðing
- Vaskast í 40 °C
- Ikki til turrreinsing á reinsaríi
- Mælt verður frá at brúka turkitrumlu
- Luftturka
- Ikki bleika
- Kann strúkast við lágum hita
- Strúk ikki beinleiðis á prent

Støddarvegleiðing
| Stødd | 3-4 | 4-6 | 8-10 | 12-14 | S | M | L | XL | 2XL |
| Breidd (cm) | 39 | 42 | 44 | 48 | 52 | 56 | 60 | 63 | 66 |
| Hædd (cm) | 45 | 50 | 57 | 65 | 70 | 72 | 74 | 77 | 79 |
