Trolaralív
Spar 80%
Uppruna kostnaður
248,00 kr
Nú
50,00 kr
Hvørt skip á sjónum er sín egni, serstaki siglandi heimur, har lívið verður livað nærum leyst av tí, ið fyriferst á landi. Hetta er ein heimur, sum nógv á landi als einki kenna til, og tí er henda frálíka bókin serliga kærkomin.
Tú verður drigin við umborð av hesi frálíku løtumynd, ið rithøvundurin, Torleif Johannesen, við sínum lætta frásøguhátti, máli og góðu myndum gevur av lívið umborð á føroysku langfaratrolarum.
Ingolf S. Olsen, journalistur
Rithøvundur: Torleif Johannesen
Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgivin: 2014
Blaðsíður: 176