Varðar á kirkjugøtuni
Úr kirkju- og missiónssøguni 1
Hendan bókin er at skilja sum eygleiðing eftir tí farvegi, sum Heilagi Andin hevur leitt lýðin vitni upp gjøgnum tíðirnar fram til okkara dagar.
Víst verður á nakrar andligar rørslur, sum eins og aldur hava heygað á, og sum viðhvørt eisini hava brotið og gjørt um seg í kirkjuliga havinum.
Eisini verður víst á nakrar andligar varðar hjá kristnum fólki at halda seg eftir á lívsleiðini.
Við hesi bóknii hevur verið ætlanin, sum nevnet í innganginum, bara at fara eygleiðandi um í kirkjusøguni. Men samstundis hevur verið roynt at vísa á ymsar andligar varðar, sum hava havt stóran týdning hjá kristnum fólki at halda seg eftir á lívsleiðini, tá ið tølandi myrkur og ódnarveður hevur gjørt leiðina illgongda og villingarsama.
Framhaldandi er ætlanin nú at taka seg niðan ta tunggongdu Heimamissiónsgøtuna í kirkjusøguni. Á hesi gøtuni er ætlanin at steðga á við nakrar varðar og haðani líta í kring í andliga landslagnum, so hvørt sum strítt verður seg fram frá varða til varða.