Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Vit trúgva, og tí tala vit

200,00 kr

Úr kirkju- og missiónssøguni 4

Í hesi bókini fært tú søguna um fyrsta trúboðaran í kirkjuligu vekingarsøgu Føroya.

Tú fært upplýst, nær tann prestlærdi Axel Frederik Moe varð settur trúboðari, hví hann varð settur, og hvussu tað bar til, at hann varð settur á tann hátt.

Greitt verður frá samanbrestum við aðrar hugsjónir báði politiskar og andligar.

Víst verður á vanakristindóm, og víst verður á, hvussu summi taka við, og summi vísa frá sær sama gamla gleðiboðskapin.

Tú fært innlit í, hvussu danska kirkjuliga Indre Missión festi fót í Føroyum, og hvussu hon varð grundarlagið undir Kirkjuligu Heimamissiónini, sum vit hava hana okkara millum í kirkjuni í dag.